Búmerkið hjá felagnum

Søgan.

 
Virksemið hjá Samkomuni Immanuel byrjaði í 1980. Fyrstu tíðina við húsmøtuni, men seinni í leigaðum hølum í Arbeiðsmannafelagshúsinum. Umfram vanlig sunnudagsmøti var eisini sunnudagsskúli, barn- og frítíðararbeiði, og ungdómsmøti. Anfríði og Kirsten Jacobsen vórðu sett sum samkomuleiðarar.  Samstarv byrjaði við Christ Gospel Churches International, og komu javnan talarar uttanífrá at vitja samkomuna. 

Sum virksemið í samkomuni vaks varð arbeitt við útvega egin høli. Í 1987 varð grivið út í Brekkutúni 3, og tvey ár eftir hetta stóð nýggjur bygningur klárur at flyta í. Nógvar hjálpandi hendur og dugnaligir byggiharrar gjøgdu hetta møguligt. Á sumri 1989 varð nýggi bygningurin tikin í nýtslu við hátíðarhildi og møtirøð, har nógvir gestir komu á gátt, bæði uttan úr heimi og Føroyum. 

Við egnum hølum opnaðust eisini nýggir møguleikar fyri øktum virksemi; millum annað varð bíbliuskúli settur á stovn. 1994 sendi samkoman út fyrstu trúboðararnar, Durita og David Dam Jacobsen vórðu send til Rumenia at hjálpa til við eini samkomu, ið nýliga varð stovnað. Eisini byrjaði hjálpararbeiðið, har Immanuel savnaði klæði og aðrar vørur, ið blivu koyrdar við egnum bussi til Timisoara í Rumenia, har hjálparvørurnar síðani vóru býttar út. 

Í 2005 flyta Durita og David aftur til Føroya og sama ár gerast tey samkomuleiðarar í Immanuel.   Samkoman keypti grannabygningin -Brekkutún 5 – og bleiv ovara hæddini í bygninginum innrættað til samkomuvirksemið, og varð tikin í nýtslu í 2009. 

Í 2013 byrjar samstarvið millum hvítusunnu og karismatiskar samkomu, kallað Netverkið, og sama ár heldur samstarvið við Christ Gospel Churches International uppat.  Nakrar familjur vilja halda áfram í áðurnevnda samstarvi og stovna aðra samkomu -Gleðiboð. 

Árini eftir koma nógvir rumenar til Føroya at arbeiða, og fleiri teirra gerast partur av Immanuel. Møtini verða tillagaði soleiðis, at talurnar verða umsettar til rumenskt og sungið verður bæði á føroyskum og rumenskum samstundis. Samkoman skipar fyri føroyskt undirvísing til tilflytararnar, soleiðis at teir betur kunnu intigrerast í føroyska samfelagið. 
Brekkutún 3 verður selt, og byrjað verður at umvæla Brekkutún 3, ið var farin at leka, og trongdi til stórar ábøtur. Við nógvum sjálvbodnum arbeiði frá føroyingum og rumenum var í 2019 klárt flyta í nýggjan sal. . Stórt varð at kunna halda eitt vígslu-vikuskifti har nógv náðisystkin frá øðrum kirkjum og samkomum gleddust saman við okkum. Síðani hevur verið arbeitt við at gera ábøtur á bygningin, soleiðis at hann gerst meiri tíðarhóskandi. Í 2023 var inngongdin gjørd av nýggjum við nýggjari trappu og lyft, soleiði at høgligari er at sleppa millum hæddirnar hjá teimum, ið eru illgongd. Eisini bleiv gamla hitaskipanin við oljuyri skift út við jarhitaskipan. 

Vit gleðast um, at fleiri fólkasløg leggjast afturat samkomuni, so vit eisini hava fólk úr Fjareysturi, Afrika og Eysturevropa - ið eru aktiv í samkomuarbeiðinum. 

Á sumri 2026 varð síðsta sending av hjálparvøru koyrd til Rumenia; tað var 58. Túrur hjá Jógvan Johannesen – og nokk um 90. túrur hjá Immanuel.