Búmerkið hjá felagnum
11. sep. 2025

FLOYM byrjar aftur 19. septembur.

Ígjøgnum tíðirnar hevur Immanuel havt barnarbeiði av ymiskum slagi, stundum sum frítiðararbeiði og aðrar tíðir sum barnamøti; tað hevur eisini verið ymiskt, hvussu barnaarbeiðið hevur verið kallað. Fyrst í 90'inum var barnaarbeiðið kallað Herur Gidions, seinni broytti tað navn til Kongsins herlið; nú eitur barnaarbeiðið í Immanuel FLOYM.

Okkara ynski er at kærleiki og nærvera Jesuar skal floyma yvir børnini.....

Vit gleða okkum til, at enn fleiri børn koma fyri at hoyra um og læra Jesus betur at kenna, samstundis sum tey kunnu fáa nýggjar vinir í einum tryggum og góðum umhvørvi.