Búmerkið hjá felagnum
28. nov. 2024

Jólahald fyri 60+.

Árliga jólahaldið fyri 60+ varð í ár tann 27. novembur.
Gleðiligt var at síggja, at fleiri av teimum meiri enn 130 luttakarunum koma aftur ár eftir ár; tað er eisini so deiligt at síggja nýggja andlit til tiltakið í ár.
Vit takka øllum teimum, ið sjálvboðin bjóðar sær til at hjálpa á ein hvønn hátt; bæði við at pynta, dekka upp, matgera, servera og vaska upp. Eisini takk vit fyri tann stuðul, ið fólk hava latið fyri at gera tiltakið gjørligt.
Ein serlig tøkk til systkin okkara í Frelsunar Herinum, ið syngu nakrar sangir til 60+ í ár

Fleiri myndir.