30. mai 2024
Leif og Susanne Madsen vitja.
Mikukvøldið 5. juni fáa vit aftur vitjan av Leif og Susanne Madsen. Tey eru stovnarar av New Life Africa International, ið ger eitt megnar arbeiði í Kenya. Tey fara at greiða frá arbeiðinum og møguleiki verður at stuðla arbeiðinum; eisini ber til at tekna seg sum stuðul hjá barni, soleiðis at tað kann fáa skúlagongd, mat og klæði.