Búmerkið hjá felagnum
01. mai 2024

Hvítusunnustevna.

Vitjan av Andres og Grissel Montesino

Um hvítusunnuna fáa vit vitjan av Andres og Grissel Montesino, saman við dóttrini Elizabeth og soni hennara, Dominick.

Umframt sunnumorgunsmøti verða eisini møti leygarkvøld, sunnukvøld og mánakvøld.
Fríggjakvøld verður Floym, ið er okkara barnaprogram, og síðani ungdómsmøti.

Leygarmorgun verður ein løta fyri kvinnurnar, og mánamorgun er settur av til pør.

Øll skráin sæst aðrastaðni á heimasíðuni.