06. des. 2023
Jólahugni fyri 60+.
Síðstu 10 árini hevur verið skipað fyri jólahugna fyri 60+
Sum samkoma virðismeta vit eldra ættarliðið, ið hevur lagt lunnar undir tryggleikan í samfelagnum, ið vit njóta ágóðan av í dag. Sum ein liður í at sýna teimum heiður og takksemi, hevur samkoman síðstu 10 árini skipað fyri jólahugna fyri 60+
Stutt undan jólum varð skipað fyri jólahugnanum, har borðreitt var við 3 rættaðari matskrá, undirhaldi, sangframførðslum og ikki at gloyma pakkaspælinum. Tað er gleðiligt at síggja, at undirtøkan økist ár undan ári, og at í ár vóru um 120 tilmeldaði.
Ætlanin er at skipa fyri enn einum jólahugna fyri 60+ stutt undan jólum í 2024