12. nov. 2023
Jógvan 50 ferðir í Rumenia.
Jógvan Johannesen úr Vestmanna hevur síðani mitt í 90'inum koyrt til Rumenia við hjálparvørðum, so sum klæðum, skóm, innbúgvi og hjálpitólum.
Í oktobur '24 rundaði hann 50 túrar, flestu av hesum túrum hevur konan, Christina, verið við honum.
Afturkomin av túrinum vórðu tey bæði heiðraði á einum sunnudagsmøti, har tey fingu blómur og ein vakran gulan seyð úr glasi.
Tað er stórt, at Guds ríki hevur slíkar eldsálir, ið veruliga brenna fyri at hjálpa og signa onnur menniskju.