Búmerkið hjá felagnum
08. des. 2023

Jólahugni fyri ungdómin í Netverkinum.

Ungdómsbólkarnir í Immanuel, Oasuni og City Church skipaðu fyri einum jólahugna fyri ungdómin í hesum samkomum, men eisini vórðu ungdómarnir í øðrum samkomum í Netverkinum boðin við. Tiltakið var hildið í Immanuel.
Borðreitt varð við lekrari jóladunnu, brúnkaðum eplum og øðrum góðum. Kappingar spøl og tónleikainnsløg vóru eisini á skránni.
Eitt sera væleydnað kvøld.